Privatlívspolitikkur
Tá tú nýtir sambandsfrymilin á heimasíðu okkara, viðgera vit persónsupplýsingar um teg. Her kanst tú lesa, hvørjar upplýsingar vit viðgera, hví vit gera tað, og hvørji rættindi tú hevur.
Dátuábyrgdari
Bretti
Traðarvegur 3, 490 Strendur
V-tal: 688398
Teldupostur: bretti@bretti.fo
Hvørjar upplýsingar viðgera vit?
Tá tú sendir okkum ein fyrispurning gjøgnum sambandsfrymilin, viðgera vit tær upplýsingar, sum tú sjálv/ur gevur okkum, t.d.:
- navn
- teldupost
- innihaldið í boðunum
Vit heita á teg um ikki at senda viðkvæmar persónsupplýsingar gjøgnum sambandsfrymilin, uttan so at tað er neyðugt.
Endamál og heimild
Vit viðgera upplýingarnir fyri at kunna móttaka, viðgera og svara fyrispurninginum frá tær.
Viðgerðin er grundað á okkara heimildaði áhugamál í at kunna samskifta við persónar, sum seta seg í samband við okkum, sbrt. § 8, stk. 1, nr. 6 í dátuverndarlógini.
Upplýsingarnir verða ikki nýttar til marknaðarføring uttan serstakt grundarlag fyri hesum.
Dátuviðgerar
Vit nýta Resend (Plus Five Five, Inc.) til at senda boð frá sambandsfrymilinum.
Boðini verða send til okkara teldupostskipan hjá Google (Gmail / Google Workspace), har tey verða goymd og viðgjørd sum vanligur teldupostur.
Hesir veitarar kunnu viðgera persónsupplýsingar okkara vegna í sambandi við veitingina av tænastunum.
Flutningur til útlond
Í sambandi við Resend og Google kunnu persónsupplýsingar verða viðgjørdar uttan fyri Føroyar, m.a. í USA.
Tá persónsupplýsingar verða fluttar til eitt land, sum ikki hevur eitt nøktandi verndarstøði sambært dátuverndarlógini, verður flutningurin grundaður á standardásetingarnar hjá ES-nevndini um dátuvernd, sambært avgerð (ES) 2021/914 frá 4. juni 2021, sum eru góðkendar til nýtslu í Føroyum.
Hvussu leingi goyma vit upplýsingarnir?
Vit goyma fyrispurningar bert so leingi, sum tað er neyðugt fyri at viðgera og fylgja upp uppá teir.
Vanligir fyrispurningar verða strikaðir úr okkara telduposti í seinasta lagi 12 mánaðir eftir, at fyrispurningurin er liðugt viðgjørdur, uttan so at tað er neyðugt ella kravt sambært lóggávu at varðveita upplýsingarnir longur.
Resend kann harumframt goyma boð og tekniskar loggar í eitt avmarkað tíðarskeið sum part av teirra telduposttænastu.
Tíni rættindi
Tá vit viðgera persónsupplýsingar um teg, hevur tú sambært dátuverndarlógini ávís rættindi. Rættindini eru ikki treytaleys og kunnu í ávísum førum vera avmarkað.
Tú hevur m.a. rætt til:
- Innlit: Tú kanst biðja um at fáa at vita, hvørjar persónsupplýsingar vit viðgera um teg, og fáa avrit av teimum.
- Rætting: Tú kanst biðja okkum rætta upplýsingar, sum eru skeivar ella ófullfíggjaðar.
- Striking: Tú kanst í ávísum førum biðja okkum strika persónsupplýsingar um teg.
- Viðgerðaravmarking: Tú kanst í ávísum førum biðja um, at viðgerðin av upplýsingunum verður avmarkað.
- Mótmæli: Av tí at viðgerðin er grundað á okkara heimildaðu áhugamál, kanst tú av orsøkum, sum viðvíkja tíni serligu støðu, mótmæla viðgerðini.
Vilt tú gera eitt av hesum rættindum galdandi, kanst tú seta teg í samband við okkum á bretti@bretti.fo.
Klaga til Dátueftirlitið
Um tú ert ónøgd/ur við okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum, kanst tú seta teg í samband við okkum.
Tú hevur eisini rætt til at klaga til Dátueftirlitið um okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum.